Tað er ræðuliga syrgiligt fyri Føroyska samfelagnum, at tað nú verður staðfest, at tað er best at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, akkurát, sum Løgtingið hevur samtykt at brúka 365 milliónir til at longja ein óbrúkiligan vøll í Vágum, sum hann málber seg.
Hann staðfestir, at vit hava spælt fallitt, tá ið tað kundi lata seg gera at gjøgnumtrumfað eina útbygging í Vágum.
- Øll, sum varða av flúgving upp á Føroyar, eisini fakligu myndugleikarnir, hava spælt fallitt og hava latið seg stýrt av øðrum áhugamálum enn teimum fakligu, tí vit hava ikki tikið eina avgerð útfrá einum tørvi við hava á framtíðar flogferðslu.
- Bara flogskiparar hava sagt sína hugsan, men so óttrúligt tað ljóðar, lurtaði ongin eftir. Vit hava øll tapt, sigur Poul Michelsen.
- Nú standa vit so í teirri støðu, at vit brúka 365 milliónir upp á ein óbrúkiligan vøll og tað er næstan helvtin av tí tað kostar at gera ein 1799 langan vøll á Glyvursnesi.
-Tí kundu vit gagnnýtt hasar 365 milliónirnar nógvar ferðir betri við at lagt tær niður í Glyvursnesi.
Men hví atkvøddi tú so fyri?
- Undirtøkan fyri útbyggingini í Vágum var so stór, at har var ongin undirtøka fyri nøkrum øðrum. Tað er tí, at tað, sum verður gjørt í Vágum er hóast alt betri enn onki og tað vildi eg ikki leggja meg í vegin fyri, sigur løgtingsmaðurin.
Men hann staðfestir, at flogvøllurin í Vágum verður størsta forðingin fyri at føroyska samfelagið kann mennast og byggjast út og tí má vøllurin á Glyvursnesi koma ongantíð ov skjótt.