Í februar fer ein arbeiðsbólkur hjá ST at umrøða, hvat heimssamfelagið skal gera, um vandi er fyri, at ein rúmdarsteinur og jørðin kunnu bresta saman. Granskarar halda, at ein tílík vandastøða kann koma innan 20 ár. Eitt nú vænta teir, at rúmdarsteinurin Apophis kemur tætt at jørðini, men sambært BBC er vandin fyri samanstoyti kortini ikki meiri enn ein til 45.000.
Bretski rúmdargranskarin Richard Crowther, ið starvast á Britain's Science and Technology Facilities Council (STFC), sigur við bretska kringvarpið, at hóast vandin fyri samanstoyri er lítil, noyðist altjóða samfelagið at fyrireika seg til møguleikan, og hvat so skal gerast. Sjálvur er hann í arbeiðsbólkinum, sum ST hevur sett.
Felagsskapurin The Association of Space Explorers hevur skrivað eina frágreiðing um evnið, og har var niðurstøðan, at við altjóða semju eigur tað at bera til at taka stig, sum kunnu beina rúmdarsteinar burtur frá jørðini. Frágreiðingin hjá ASE minnir á, at tað er ikki óhugsandi, at stórir rúmdarsteinar hava rakt jørðina fyrr. Eitt nú halda mong, at tað var ein tílíkur samanstoytur, sum útruddaði dinosaurarnar fyri 65 milliónum árum síðani. Og í 1908 elvdi ein rúmdarsteinur til ein risastóran eld í Tungaska i Sibir. Sambært ASE var hesin eldurin so stórur, at hann hevði lagt ein stórbý sum New York í øsku.
Kjarnorkubumbu
Granskararnir siga, at teir flestu rúmdarsteinarnir, sum kunnu raka jørðina, eru smáir, og at teir flestu kolast upp í atmosferuni, áðrenn teir koma niður á jørðina. Men teir størru steinarnir, sum kanska eru einar 200 metrar í tvørmát, mugu beinast av kós ella spreingjast, siga granskararnir.
Í frágreiðingini hjá ASE stendur, at tað finnast ymsar loysnir, tá tað snýr seg um at broyta kósina hjá einum rúmdarsteini, sum kemur í so nær jørðini. Tann seinasta loysnin er at spreingja steinin við einari kjarnorkubumbu ella at senda eitt rúmdarfar ímóti steininum, so hann broytir kós eins og í filminum Armageddon.