Beint fyri jól gav Christian Fróði Djurhuus út sítt fyrsta yrkingasavn Betwixed. Christian Fróði hevur skrivað yrkingar, síðani hann var heilt ungur, og fleiri av teimum hava verið at sæð á prenti í føroysku bløðunum. Yrkingarnar í Betwixed eru eitt úrval av hesum yrkingum, ella brotmyndir úr einum ofta truplum lívi við sálarligari órógv, sum yrkjarin sjálvur nevnir tær.
Skiftandi rørsla
Savnið er skipað sum ein støðugt skiftandi rørsla millum sinnisliga daprar og ljósar løtur. Hóast máttloysið allatíðina spøkir, tekur tað ongantíð heilt yvir. Sjálvt í myrkastu løtunum hómast altíð ein vón og ein trúgv uppá, at tað fer at bera til at fóta sær aftur. Myndamálið er í flestu førum bíbilskt samantvinnað við myndum úr náttúruni, myrkri og ljósi.
- Uttan mun til, hvussu myrkt alt tykist, er sólin jú altíð at finna onkustaðni. Í so máta kann Betwixed lutvíst síggjast sum ein roynd at mótprógva pástandin hjá Peturi Pólson í savninum Ongin sól er til. Hóast eg í fyrstuni ikki skilti, hvat Petur Pólson meinti, ávirkaði hansara yrkingasavn meg nógv, tá tað kom út og gjørdist íblástur til onkrar av mínum meir døpru yrkingum, sigur Christian Fróði.
Javnvágin millum tað tunga og tað lættara huglagið kemur oftast til sjóndar í skapi av einum afturvendandi tú, eini kvinnu, sum onkursvegna altíð ber vónina um ljósið við sær. Samstundis viðgongur Christian Fróði, at fleiri av hesum yrkingum upprunaliga vórðu skrivaðar sum eitt slag av romantiskum ungdómsyrkingum.
Í øðrum førum manifesterar tráanin eftir innaru javnvág seg í eini persónligari trúgv á Gud, sum skapara av øllum. Her er tað serliga myndin at koma yvirum, sum trínur fram í longslinum eftir einum lívi uttan órógv.
Brýtur niður múrar
Betwixed er ein stuðulsútgáva til arbeiðið hjá Sinnisbata, sum yrkjarin sjálvur havi fingið nógva hjálp frá.
- Kanska yrkingarnar eisini kunnu verða ein rødd hjá teimum sinnisveiku, tí eg kenni jú teirra støðu innanífrá, sigur Christian Fróði og leggur afturat, at vónandi kann savnið verða við til at bróta niður múrar millum tað, vit vanliga fata sum normalt og ónormalt.
Tað vil so verða, at fyri tey sokallaðu normalu kunnu sinnisveikleikar oftast tykjast sum nakað gátuført okkurt, sum liggur hinumegin tað, vit megna at skilja. Í yrkingunum vísir yrkjarin, at tað sum er hinumegin ikki er so gátuført kortini og oftast nakað, tey flestu kenna til í onkran mun.
Samanumtikið kunnu yrkingarnar í Betwixed kanska best lýsast sum blandaðar kenslur, sigur yrkjarin og nevnir í sama viðfangi, at hetta eru yrkingar, hann bara mátti geva út.
- Tað kendist næstan sum, at eg gekk við verkjum og bara mátti fáa hesar yrkingarnar út. Hetta er so ein byrjan, men dreymurin er at geva eitt meir heilskapað og gjøgnumarbeitt savn út, tá eg kenni meg til reiðar til tað, sigur Christian Fróði Djurhuus.