Ein persónur afturat deyður av skotum

Tann persónurin, sum um midnáttarleitið varð skotin í høvdið nærindis jødisku synagoguni í Krystalgade í Keypmannahavn, er nú deyður.

Tann persónurin, sum um midnáttarleitið varð skotin í høvdið nærindis jødisku synagoguni í Krystalgade í Keypmannahavn, er nú deyður.

 

Tað sigur Københavns Politi í fráboðan til fjølmiðlar.

 

Sambært løgregluni, so verða tveir løgreglumenn viðgjørdir fyri skotsár, eftir at hava verið raktir av skotum undir somu hending.

 

Løgreglan jagstrar ein brotsmann, sum brádliga fór at skjóta móti løgregluni.

 

Tveir persónar eru nú deyðir av skotum í Keypmannahavn. Tann fyrri, tá ein maður seinnapartin fór at skjóta eftir mentanarhúsinum Krudttønden á Norrebro, har ein kjakfundur um talufrælsi var, tá brádliga ein maður fór at skjóta. Stór mannjagstran fer í løtuni fram í Keypmannahavn, har løgreglan og heimaverjan jagstra brotsmannin ella brotsmenninar. Enn er ógreitt, um samband er millum hendingarnar.

 

Fimm løgreglufólk eru rakt av skotum í sambandi við teir báðar tilburðirnar í Keypmannahavn, men eingin av teimum fimm er álvarsliga særdur.