Ein originalur festivalur við eitt ellisheim

(Ljóðsamrøða) 17. mai verður ein serligur "senior-festivalur" í økinum kring ellisheimið í Runavík

Leygardagin 17. mai frá klokkan 15.00 til umleið klokkan 22.00 verður skipað fyri einum sokallaðum “Seniorfestivali” á røktarheimsøkinum í Runavík.


10 – 12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka.


Hesir,sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru: Magni Christiansen – Sámal Ravnsfjall – JensLisberg og Árni Andreassen. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!

 

Seinnapartssendingin, sum Rás2 sendir úr Runavíkar kommunu fekk eitt prát við leiðaran, Tord J. Niclasen og hugskotsmennaran, Súsan Johannesen um hendan serliga senior-festivalin.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Tord J. Niclasen og Súsan Johannesen við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.