Um vikuskiftið hevur onkur avlíva tveir brúnar og hvítar border-collie hundar og burturbeint teir í ruskbingjurnar, sum standa við Ánirnar í Klaksvík.
Talan er um opnar bingjur, og tað var ikki nøkur tespilig sjón, sum bíðaði, tá fólk komu framat hesum,
Í dag siga tey av løgreglustøðini í Klaksvík við Rás2, at talan var um eina óhepna hending, sum kortini ikki var gjørd í lógloysi.
Les eisini: Deyðir hundar tveittir í opna bingju
Løgreglustøðin í Klaksvík vísir á, at einasti møguleikin hjá fólki í dag, at burturbeina hundar er, at tey koyra teir í ruskbingjur hjá IRF, og tískil er talan ikki um nakað lógarbrot, hóast hundarnir helst áttu at verið í ruskposum.
Av serligum orsøkum var eigarin av hundunum noyddur at biðja ein royndan mann hjálpa sær við at drepa teir og beina teir burtur. Og sostatt visti eigarin ikki av, at hundarnir lógu í bingjuni á hendan hátt, fyrr enn skrivað var um hetta á in.fo í gjárkvøldið.
Les eisini: Onkur má reagera
Kristina Dahl Joensen, djóralækni, sigur við Rás2, at er talan um fólk, ið eru von at skjóta djór, taka tey lívið av hundunum líka skjótt og pínuleyst sum hjá djóralækna. Hon sigur tó, at tað sær ikki gott út, bara at tveita hundarnar í eina ruskbingju.
|