Magnus Gunnarsson
Stór krøv verða sett til bilverkstaðir í dag. Bilarnir verða alt meira framkomnir, og mekanikararnir mugu dagføra seg alla tíðina. Á bilverkstaðnum hjá P/F Meinhardt Arge er øll útgerð, ið krevst til ein nútímans bilverkstað. Viðskiftafólkini kunnu koma at kanna t.d. bremsur, stoytdoyvarar, møgulig motorbrek, startarar, dynamo, el-skipanina, stýriboksir ella hvat tað skal vera. Oljuskift og onnur eftirlit verða eisini gjørd á mekaniska verkstaðnum. Mekaniski verkstaðurin veitir eisini air-condition tænastu, og sum heild verður nógv gjørt burturúr at fylgja við í menningini, ið krevur alsamt størri kunnleika til EDV og ymsar serskipanir, ið finnast í dagsins bilum.
Plátuverkstaðurin er eisini væl útgjørdur, har eru upprættarabonkur og annars øll amboð, ið hoyra til ein nútímans plátuverkstað. Lakkeringsverkstaðurin er útgjørdur við tveimum sproytikabinum.
Fyritøkan er eisini framkomin, tá tað snýr seg um umhvørvisvernd. Lakkverkstaðurin var ein av teimum fyrstu at nýta umhvørvisvinarligt, vatnbaserað lakk.
Starvsfólkini á øllum deildunum hjá P/F Meinhardt Arge verða alla tíðina dagførd, við at tey fara á øll neyðug skeið.
Mekaniski verkstaðurin er nú víðkaður, so samlaða gólvvíddin nú er 1095 fermetrar. Plátuverkstaðurin og lakkeringsverkstaðurin, ið halda til á Hálsi, verða seinni í ár fluttir niðan á Oyggjarvegin.