Grikkar vaknaðu í morgun til eina nýggja og betri støðu í samfelagnum, eftir at ES, Evropeiski Miðbankin og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava játtað at lata grikkar fáa 326 milliardir krónur úr bjargingarpakkanum, sum teir fingu tilsøgn um fyrr í ár.
Tað segði grikski forsætisráðharrin, Antonis Samaras (myndin), í morgun, og tað var týðiligt, at hann var fegin um avgerðina hjá lánveitarunum, sum kom seint í gjárkvøldið aftan á tingingar í meiri enn tólv tímar.
-Allir grikkar hava stríðst fyri hesum, og hetta er ein nýggjur dagur hjá øllum grikkum, segði Samaras.
Fyrr í hesum mánaðinum fýltist hann á, at evrulondini drálaðu við at taka eina avgerð um lánið til grikkar, og at drálið var skaðiligt fyri landsins búskap og elvdi til størri ótta á fíggjarmarknaðunum.










