Ein nýggj tíð við nýggjum møguleikum

Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur og Andras Jensen, deildarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, søgdu eisini nøkur orð við móttøkuna á Syðradali.
Tað var landsverkfrøðingurin, sum alment handaði Strandfaraskipum Landsins nýggju samferðsluhavnina til nýtslu.
Oyvindur Brimnes geiddi frá, hvussu gongdin hevur verið í Kalsoynni ? við tunnilsbyggingum og nú við nýggjari ferjulegu.
Í stuttum lýsti hann, hvat arbeiði liggur aftanfyri eina slíka verkætlan sum hesa ? við eitt nú aldumátingum, modell-royndum, projekteringum, sáttmála og seinni við trupulleikum við brimskaðum, vánaligum gróti og botnviðurskiftum.
Vegna Landsverk takkaði hann løgtingi, landsstýri, kommunu, Landsbyggifelagnum, arbeiðstakara, arbeiðsfólki og øðrum fyri samstarvið.
- Eg enda ynski eg tykkum øllum góða eydnu við havnini ? og við hesum handi eg hana til Strandfaraskip Landsins at nýta, segði Oyvindur Brimnes.
Í røðu síni greiddi Andras Jensen, deildarleiðari hjá SL, frá leiklutinum hjá strandferðsluni, og hvørjar møguleikar nýggja ferjulegan og nýggja ferðasambandið kemur at hava fyri kalsoyingar.