Ein nýggj El-Nino á veg

Amerikanskir granskarar siga, at ógvusliga veðurhugtakið El Nino fer aftur at gera um seg á syðru jarðarhálvu.

El Nino ella Jesusbarnið er tað ógvusligasta veðurhugtakið, sum hevur gjørt um seg seinastu árini. Tað stendst av, at ójavni er í veðurlagnum í Kyrrahavinum, og tí at sjógvurin á hesum leiðum verður heitari, enn hann vanliga er.

Granskarar á amerikanska stovninum The National Oceanic Atmospheric Administration siga, at ein nýggj El Nino er á veg, men at tað enn er ov tíðliga at siga, hvussu ógvusligar avleiðingarnar verða hesaferð.

Seinast El Nino gjørdi um seg var í 1997 og 1998. Ta ferðina elvdi hon til bæði turk og vatnflóð í Mið- og Suðuramerika, syðra parti av Afrika og í Kyrrahavinum, og fleiri túsund fólk lótu lív.

Granskarin Vernon Kousky sigur við bretska blaðið The Guardian, at enn duga teir ikki at siga, um tann komandi El Nino verður líka ógvuslig sum tann seinasta.

Amerikansku granskararnir siga seg vera rættiliga vísar í, at tann veksandi hitin á Jørðini fer at hava við sær, at El Nino fer at gera oftari um seg enn fyrr, og avleiðingarnar eisini verða størri.

Higartil hevur El Nino gjørt um seg umleið tíggjunda hvørt ár og kann vara upp í eitt ár. Avleiðingin hevur verið turkur í umráðum, sum vanliga hava nógv avfall so sum Indonesia og Avstralia, meðan oyðimarkarlendi í Afrika og Suðuramerika fáa vatnflóð.