Løgreglan hevur aftur verið á ferð í nátt og tað kostaði einum bilførara koyrikortið.
Klokkan 1.30 í nátt kannaði løgreglan ein bil og tað vísti seg, at bilførarin var so mikið ávirkaður, at hann misti koyrikortið.
Annars hevur tað verið eitt sindur hált summastaðni í nátt og morgun og tað hevur helvt til nøkur óhapp, men talan hevur bara verið um smávegis skaða.
Løgreglan hevur eisini kanna ferðsluna við skúlar í morgun at kanna um børn og vaksin sótu í trygdarbelti o.s.fr. men sagt verður, at tað stóð heilt væl til á tí økinum.
|










