Ein misskilt »gøla«

Rættleiðingar til skriving um Independent Consultants v.m.

Vegna tær løgnu gitingarnar, sum í seinastuni eru komnar undan kavi í før-oyskum fjølmiðlum, skal eg viðmerkja fylgjandi:

Fyrr í ár arbeiddi m.a. undirritaði eitt skifti fyri ávikavist Independent Consultans og Anderson Consultants. Millum tilfarið sum lýsingar og annað innan marknaðarføring skuldi útinnast fyri, var ein 8-síðu upplýsingapakki, ið stavaði frá einum limafelag við adressu í ávikavist Canada og Jamaica. Limafelagið segði seg hava lán/kredit at bjóða út við sera lagaligum treytum. Vit kannaðu málið so frægt sum stundir vóru til og sóu einki tekin um at felagið ikki kundi standa við síni tilboð.

Umleið 15 fólk keyptu nevnda upplýsingapakka fyri 350 krónur. Tey vóru gjørd kunnug við at vit svaraðu ikki fyri sjálvt innihaldið í upplýsingapakkanum, sum jú stavaði frá einum triðjaparti, ið vit á ongan hátt kundu hava ávirkan á.

Nú er so fyri kortum vorðið greitt, at nevnda limafelag ikki longur vísir seg at svara, tá fólk royna at fáa samband. Av hesari orsøk hava vit fyribils steðgað við allari sølu av upplýsingum viðvíkjandi nevnda felag; samstundis vilja vit inntil víðari ráða øllum frá at rinda nakað forút fyri tænastur frá teimum.

Tey, sum fyrr í ár frá ávikavist Independent Consultants og Anderson Consultants, keyptu nevnda 8-síðu upplýsingapakka, fáa tískil í næstum í boði antin at fáa ein nýggjan og betri upplýsingapakka, ella tær 350 krónurnar aftur, sum tey goldu fyri tann umtalaða upplýsingapakkan.

Viðvíkjandi skrivingini í ávísum bløðum er at siga, at vit eru í ferð við at umhugsa rættarliga stevning. Vit hava handlað í góðari trúgv og kunnu á ongan hátt ákæras fyri slík brotsverk, sum vit av órøttum eru lagdir undir.

Leysasøgur um navnabroytingar, Jamaica-ferðir o.a. mugu standa fyri egna rokning hjá teimum, ið hava loyvt sær at loypa tær út í orð og enntá at hornblása tær út via bløðini.

Vinarliga,

Búi Tyril