Ein misskiljing og onnur

Í grein í bløðunum nú um dagarnar hevur Helgi Abrahmasen svar til grein mína ”Gott at Helgi ikki er lækni”. Í grein síni vísur hann á viðurskifti, ið hann metir meg hava misskilt.

Men eg eri bangin fyri, at Helgi nokk hevur misskilt eitthvørt, um hann heldur, at rokningin, ið skattgjaldarin fær, verður tann sama, óansæð um blokkurin verður avtikin eftir einari nátt, ella fleiri árum.

Lat okkum sum dømi ímynda okkum, at avgerð verður tikin um at í seinasta lagi um 10 ár skal blokkurin vera burtur. Antin strika vit blokkin í einum beinaveg, ella minka vit hann so líðandi. Niðanfyri havi eg sett eitt einfalt roknistykki upp:

 

Skiftistíð ella her og nú? Ár Upphædd Ár Upphædd 0 600 0 600 1 540 1 0 2 480 2 0 3 420 3 0 4 360 4 0 5 300 5 0 6 240 6 0 7 180 7 0 8 120 8 0 9 60 9 0 10 0 10 0 Samlað: 3300 Samlað: 600

 

Burtur eftir einum degi:

Eftir hesum leistinum høvdu vit fingið 600 milliónir í ár, og síðani ongan pening tey næstu 10 árini. Also høvdu vit alt í alt fingið 600 milliónir. Avleiðingarnar høvdu verið stórt hall á fíggjarlógini – júst sum Helgi hevur víst á. Also, eitt sindur av einum sjokki fyri føroyska búskapin.

 

Stigvísa minking

Hugsa vit okkum so, at avgerð heldur var tikin um at minka blokkin so líðandi, og at um 10 ár skuldi onki vera eftir, so hevði roknistykkið sæð munandi ørðvísi út, við tað at samlaða upphæddin, ið landskassin hevði fingið úr Danmark, hevði verið 3300 milliónir í okkara hugsaða dømi. Minkandi blokkurin hevði kanska givið hall á fíggjarlógini okkurt árið, men hetta hevði ikki verið eins stórt, og so hevði búskaparvøkstur og inflatión syrgt fyri, at veruliga virðið á omanfyrinevndu upphæddum eisini minkaði. Ein króna í dag hevur jú minni virði, enn hon hevði fyri 10 árum síðani, og meir enn hon hevur um 10 ár.

 

Niðurstøðan av royndini:

Niðurstøðan má tískil vera, at tað ger mun júst hvussu vit sleppa okkum av við blokkin. Ein stigvís avtøka av blokkinum, ella bara ein varðveiting av fastfrystingini, hevur als ikki somu ávirkan á búskapin sum at strika blokkin í einum.

 

Aðrar misskiljingar:

Eftir henda pástand fer Helgi víðari og sigur, at okkara tos um skiftistíð einans er ein liður í okkara roynd at lumpa Føroya fólk at loysa frá Danmark. Helgi meinar óiva við, at vit við einari avtalu um skiftistíð ætla at taka loysing beinanvegin, eins og upprunaliga var ætlanin hjá fullveldissamgonguni. Men tað er jú als ikki tað, ið er í ferð við at henda. Fastfrystingin av blokkinum hevur tryggjað, at veruliga virðið á honum minkar ár fyri ár, og at vit har við gera okkum minni bundin av donskum pengum - tað er tað, ið Miðflokkurin hevur víst á. Og sum støðan í Føroyum er nú, hevði búskapurin væl borið, at blokkurin minkaði eitt vet um ári.

At enda vil eg eisini siga, at Helgi av álvara undirmetir veljaran, tá ið hann er bangin fyri at hesin kann lumpast til at loysa frá Danmark. Tað hevði verið spell hjá Helga, um veljarnin vísti Helga sama álitið til næsta val, sum Helgi vísir veljaranum í grein síni.