Í sambandi við altjóða AIDS-dagin í dag heitir ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, á heimsins stjórnarleiðarar um at leggja størri dent á fólkaheilsuna og at gera nakað munagott við AIDS-trupulleikan.
-Men tað eru ikki bara myndugleikarnir, sum skulu vísa ábyrgd. Tað er uppgávan hjá okkum øllum, sigur Annan, sum vil hava umheimin at játta meiri pening til bardagan ímóti sjúkuni. Hann vísir á, at í løtuni verða 48 milliónir krónur brúktar til bardagan ímóti AIDS í syðra parti av Afrika, og tað er alt ov lítið.
-Tað loysr ikki trupulleikarnar, sigur ST-aðalskrivarin.
Uppgerðin hjá ST vísir, at tey seinastu 25 árini eru 25 milliónir fólk deyð av AIDS, og at í dag eru umleið 40 milliónir fólk, sum hava smittuna í sær. Serliga tann syðri parturin av Afrika er meint raktur. Í Suðurafrika verður roknað við, at annað hvørt fólk doyr av AIDS, áðrenn tað fyllir 60.
Í Danmark eru umleið 5.000 fólk, sum eru smittað, og 2.900 eru í viðgerð fyri sjúkuna. Á hvørjum ári verða millum 250 og 300 nýggir tilburðir skrásettir í Danmark.