Heimamissiónin bjóðar nevniliga eina serstaka faddurskipan fram, har til ber at stuðla arbeiðinum, sum føroyski trúboðarin, Jórun Malaikev og maðurin, Nurlan standa í.
Hetta arbeiðið fevnir um fýra foreldraleys børn, sum tey bæði hava tikið ábyrgd fyri. Við at tekna seg sum stuðul kann ein hjálpa at gjalda teimum mat, klæði, skúlagongd og húsaleigu.
Kostnaðurin fyri hvørt barnið er 1550 kr. um mánaðin, og kunnu fólk knýta seg til faddurskipanina gjøgnum tiltakið Faddurbørn hjá Heimamissiónini í Nesvík.
Hóast henda skipanin nústani er komin fram, hava fleiri fólk longu teknað seg fyri henni.










