Veddingarfyritøkurnar: Ein lítil favorittstøða til 07 Vestur á Argjum

Sjey altjóða veddingarfyritøkur hava 07 Vestur sum ein lítlan favoritt til at vinna á AB í fjórðingsfinaluni inni í Vika

Klokkan 17 í morgin verður bríkslað í gongd inni í Vika á Argjum.

 

Tá hittast AB og 07 Vestur í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Eitt gylt høvið hjá liðunum at vinna seg langt í kappingini nú bert eitt topp-4 lið verður í hálvfinalunum.

 

Hóast AB hevur heimavøll, so hava sjey altjóða veddingarfyritøkur 07 Vestur sum favoritt. Tó er ikki talan um eina stóra favorittstøðu. 

 

Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,71 og 1,85.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,40 og 3,71. 

 

Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,50 og 3,90.

 

Her eru oddsini:

 

##med2##