Um 15 tíðina seinnapartin í gjár ringdi ein útlendsk kvinna til løgregluna, tí hon hevði gingið seg fasta í haganum oman fyri Trongisvág. Hon helt, at tað brádliga var vorðið so bratt og visti ikki, hvussu hon skuldi sleppa omanaftur.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at við góðari hjálp frá vakthavandi á politistøðini, løgregluni í Suðuroy og átaksleiðaranum eydnast í telefonini at greiða kvinnuni frá, hvussu hon skuldi gang, og hon kom tí oman aftur í øllum góðum.
##med2##
Klokkan 16 í gjár fekk løgreglan fráboðan úr Skopun um, at nógvir skutarar koyrdu ófantaligt í Skopun. Løgreglan fór á staðið, men tá vóru eingir skutarar at síggja.