Hevði Løgtingsval verið í dag, hevði Fólkaflokkurin gjørt eitt ordans hál.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin. Kanningin er gjørd beint fyri kommunuvalið.
Á Løgtingsvalinum í fjør, fekk Fólkaflokkurin 19 prosent av atkvøðunum, men hevð val verið í dag, hevði flokkurin havt eina framgongd upp á heili fimm prosentstig, og hevði fingið 24 prosent av atkvøðunum.
Men eisini Tjóðveldi hevði havt eina framgongd upp á eitt gott prosent, og hevði fingið 22 prosent av atkvøðunum, hevði val verið í dag.
Av teimum stóru flokkunum, hevði Javnaðarflokkurin havt størstu afturgongdina, tí hann hevði mist tvey prosent av atkvøðunum, og hevði fingið 23 prosent, var val í dag.
Hinvegin minka teir lítlu flokkarnir eisini. Nýtt Sjálvstýri missur tvey prosentstig, og fær bara tvey prosent av atkvøðunum, Miðflokkurin missur eisini tvey prosentstig og fær fýra prosent av atkvøðunum, og Framsókn missur eitt prosentstig av atkvøðunum, og hevði fingið seks prosent av atkvøðunum, hevði val verið nú.
Vit hava meiri um kanningina sum dagurin líður