Stórfingna ætlanin um at leggja allar skúlarnar í Sunda Kommunu, saman, er nú slept.
Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.
Sunda Kommuna hevur arbeitt við at leggja allar skúlarnar í kommununi saman og at savna allar flokkarnar undir eina felags leiðslu á skúlanum á Oyrarbakka. Samstundis ætlaði Sunda kommuna at byggja skúlan út, so at hann kundo hýsa øllum skúlabørnunum.
Men trupulleikin er, at Eiðis Kommuna eigur ein part av felagsskúlanum á Oyrarbakka og Mentamálaráðið vil ikki góðkenna samanleggingina og nýggja skúlabygnaðin hjá Sunda Kommunu, fyrrenn semja fæst við Eiðis kommunu um felagsskúlan.
Men tað ber ikki til hjá Eiðis kommunu og Sunda kommunu at semjast um skúlan, og á fundi í gjár samtykti kommunustýrið í Sunda kommunu at sleppa ætlanini, sigur borgarstjórin.
Eiðis kommuna vildi, at Sunda kommuna skuldi yvirtaka allan felagskúlan, og í hesum sambandi hevur samskifti verið ímillum Sunda kommunu og Eiðis kommunu, um at Sunda kommuna keypir partin hjá eiðismonnum í felagsskúlanum.
Men tað eydnaðist ikki pørtunum at semjast um ein prís og tískil varð avgjørt í gjárkvøldið at sleppa ætlanini.
Heðin Zachariasen sigur, at fyrst vildi Eiðis Kommuna setti metingarfólk at meta um virðið á skúlanum. Metingarvirðið var 45 milliónir, minus 3,5 milliónir fyri bráðneyðugar ábøtur.
- Í fyrstu syftu vildi Eiðis Kommuna hava 18 milliónir fyri sín part av felagsskúlanum, men tí tilboðnum vildu vit ikki taka av, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.
Hann sigur, at seinast, skúlin varð umvældur, rindaði Eiðis kommuna 27,8 prosent av umvælingunum og tann býtislykilin vildu vit brúka í sambandi við at keypa skúlan.
- Tí bjóðaðu vit Eiðis Kommunu 12, 5 milliónir fyri skúlan, samstundis sum at samstarvið ímillum báðar kommunurnar um framhaldsdeildina á felagsskúlanum, kundi halda fram. Men tí tilboðnum vildi Eiðis kommuna ikki taka av.
- Tað síðsta tilboðið frá Eiðis Kommunu var, at vit kundu keypa teirra part av felagsskúlanum fyri 15.095.400 krónur sigu Heðin Zachariasen.
Men á fundi í kommunustýrinum í gjárkvøldið, varð tað tilboðið vrakað og sostatt er hetta málið liðugt, tí vit í Sunda kommunu gera ikki meiri við tað, sigur Heðin Zachariasen.
Hann sigur, at tey droymdu ikki um, at trupulleikar fóru at standast av ætlanini at leggja skúlarnar saman og tí eru tey nú komin í eina støðu, sum er eitt sindur keðilig, og sum tey ikki skilja.
Men nú mugu tey umhugsa seg av nýggjum, hvussu tey so skulu skipa skúlan í kommununi. Ein møguleiki er at byggja Norðskála-Oyrar skúla út til at hýsa øllum børnunum, men tað er ein støða, kommunustýrið fer at taka í næstum, sigur borgarstjórin.