Ein innilig bøn til Løgtingið

Reimund Langaard, tingmaður, vil hava, at føroyingar lata meiri í menningarhjálp og tað taka fleiri undir við

Reimund Langaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin heitir so inniliga á Løgtingið um at játta meiri í menningarhjálp.

 

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðgerð í løtuni fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Reimund Langaard hevur mangan talað fyri, at føroyingar skulu lata meiri í menningarhjálp, og tað ger hann aftur nú.

 

Samgongan ætlar at játta tvær milliónir til menningarhjálp næsta ár.

 

Men Reimund Langaard sendir nú eina ”inniliga, inniliga bøn til fíggjarnevndina”, sum hann tekur til, um at hækka játtanina, í hvussu so er eina millión, so at hon verður tríggjar milliónir.

 

Men hann vil helst hava játtanina enn hægri.

 

Hann vísir á, at tað doyr eitt barn sætta hvørt sekund av lívsýki og øðrum, sum saktans kunnu bjargast.

 

So bara ta løtuna, tað tekur lesaranum at lesa hendan stubban, doyggja fleiri børn av berari neyð. 

 

Hann heldur, at ein millión krónur er ikki so øgiliga nógvur pengar hjá okkum, men hjá neyðstøddum ger tað stóran mun. 

 

- Eg haldi, at vit, sum samfelagsborgarar, og sum eru fødd í tí ríka vesturheiminum, hava eina ábyrgd mótvegis teimum, sum búgva í fátækum londum, sigur hann.

 

- Hví eru summi lond fátøk og vit so rík, spyr hann.

 

Hann heldur, at kanska er tað tí, at okkara forfedrar løgdu tey fátæku londini undir seg. Kanska eru vit rík fyri teirra rokning og kanska eru tað tey, sum í dag svíða fyri, at vit eru rík.

 

- Tí hava vit so avgjørt eina ábyrgd at hjálpa teimum upp úr fátækradøminum aftur, sigur hann.

 

Sjálvur veit hann eitt ítøkiligt dømi um eina mammu, sum misti barnið, tí hon ikki átti eina fimm krónu til ein ferðaseðil til barnasjúkrahúsið í býnum – har viðgerðin annars var ókeypis.

 

Bill justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin staðfestir, at tað er eingin ivi um, at hetta er ein spurningur, fíggjarnevndin fer at taka upp, nú hon fer at viðgera fíggjarlógina.

 

Jóna Mortensen er púra samd og vónar at játtanin verður hækkað. Bæði hon og Reimund Langaard eru ikki samd í teimum mongu, sum halda vit eiga ”fyrst at hjálpa okkum sjálvum áðrenn vit hugsa um at hjálpa øðrum.

 

Tey vísa á, at vit eiga at lata menningarhjálp, og mangla peningur í Føroyum, eiga vit ikki at taka tað av kontuni til menningarhjálp, men at raðfesta aðrar kontur øðrvísi.

 

Edva Jacobsen sigur, at semja var í samgonguni um, at játtanin skuldi hækkast næsta ár og hon vónar, at tann avtalan verður hildin.

 

 

Annars taka eisini aðrir politikarar undir við at játtanin verður hækkað. Kristina Háfoss og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, sigur at vil samgongan ikki hækka játtanina, fer andstøðan at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. 

 

Reimund Langaard staðfestir, at hann hevur boðað samgonguni frá, at verður tað neyðugt, fer hann at atkvøða saman við andstøðuni í hesum máli.

 

Hendrik Old, sum hevur siglt í Afrika, sigur, at tað er ómøguligt at hugsa sær, hvussu ringt tað í veruleikanum er.

 

Tí mælir rætt og slætt til, at tingfólk fara eina ferð til Afrika at síggja neyðina við egnum eygum.