Árligi Johannudagurin verður í Vági leygardagin 2. september.
- Johannudagurin er ein góður og hugnaligur familjudagur, sum fer fram á havnaøkinum og á Vágsfirði.
Í Vági siga tey, at dagurin hevur tað, sum hoyrir til sjógvin og sluppuna Johonnu TG326.
- Dagurin verður fyriskipaður av Felagnum Johanna TG326 og Vágs Kappróðrarfelag saman við Vágs kommunu.
Fyrireikingarnar til dagin eru í gongd, og skráin verður almenn, tá dagurin nærkast.
- Tó kann væntast, at stóra vatnkríggið verður á bryggjuni, og her verður eisini skattaveiða, Syngið-við-titak og livandi havdjór.
Johannudagurin varð fyrstu fer fyriskipaður í september 2021, og avgjørt varð, at hesin dagur skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági.
- Í høvuðsheitum snýr dagurin seg um sluppina, Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.