Ein av heimsins bestu gittarleikarum, og ein av bestu donsku mannligu røddum koma til Føroyar í mai. Hetta er ein partur av einari størri rundferð hjá Robben Ford og Bobo Moreno. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum í Føroyum, týskvøldið 22. mai.
Robben er veruliga ein livandi gittar legenda. Við sínum 25 solo útgávum hevur hann síðan 1969 verið mettur at verða ein av heimsins mest týðandi gittaleikarum. Umframt sína solokarrieru hevur Robben spælt saman við nógvum kendum nøvnum. Eitt nú Jimmy Witherspoon, Joni Mitchel, Miles Davis, Dizzy Gillespie, Tom Scott, Santana og Ricki Lee Jones.
Tá ið plátan Talk to your daughter kom út í 1988, fekk hann fýra Grammy tilnevningar.
Við sínum 61 árum er guitarleikarin Robben Ford meira virkin enn nakrantíð. Hansara egna blúsorkestur spælur kring allan heimin alt árið og í seinastuni hava teir ferðast saman við Michael Landau kring allan heimin.
Bobo Moreno er heilt frá barnsbeini uppvaksin við tónleiki, tí fosturpápi Bobo er hin navnframi danski bassleikarin Bo Stief. Tónlistarliga yrkisleiðin hjá Bobo byrjaði í 1988. Hann hevur eitt nú ferðast saman við Sanne Salemonsen, og verið við á einari fløgu hjá donsku D-A-D. Hann hevði ein leiklut í sangleikinum Hair, ið varð framførdur á Betty Nansen Sjónleikarahúsinum í 1996. Hann hevur gjørt fleiri innspælingar við Bo Stief og ferðast við bólkinum Chasing Dreams frá 1990 til 1996.
Bobo fekk sítt gjøgnumbrot í 1993 við duoini Peaches & Bobo, ið eisini taldi amerikonsku Peaches Lavon. Plátan Simple Emotions varð framleitt av Rugsted & Kreutzfeldt, og varð sera vælmóttikin og nógv spæld í ymiskum radiostøðum.
Við sær í Føroyum hava teir báðir nakrar garvaðar tónleikarar. Rick Welsh á orgul , Jesper Mortensen á trummum og Nicholas Findsen á bassgittar. Allir tríggir eru kendir í danska tónleikaumhvørvinum. Tónleikastílurin er blues, rockur og rythm and blues heilt inn inn á bein, sum teir siga. Hesum boðar Norðurlandahúsið frá í dag.