Sum nakað nýtt, letur nú eitt Pop Up høli upp í hjartanum í Havn.
- Møguleiki er hjá handlum - ikki bara í Havn - men í øllum landinum, at leiga seg inn í hølini í nakrar dagar í senn og selja sína vøru.
Lív Jacobsen, sum rekur hølini, sigur, at møguleiki er eisini at selja ymiskt heimagjørt, umframt at hølini kunnu leigast til smærri listaframsýningar og tílíkt.
Hølini liggja væl fyri á ferðsluríkasta vegi í Havn, beint við Steinatún, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
- Vit eru her fyri tín handil - at geva tínum handli eitt frískt Pop Up í nakrar dagar, sigur Lív Jacobsen, sum rekur hølini í miðbýnum.
##med2##