Ein filmur kann vera við til at bjarga mannlívum

Ein filmur um bjargingarbátar hevði havt sera stóran týdning fyri trygdina á sjónum, heldur Erland Jacobsen, sum hevur siglt í yvir 50 ár

Bjarging

Ein filmur um bjargingarbátar kann verða við til at bjarga mannalívum.
Tað heldur tvøramaðurin, Erland Jacobsen.
Hann hevur verið sjómaður alt sítt lív og fáur hevur so drúgvar royndir á sjónum, sum hann. Tilsamans sigldi hann í heili 53 ár, frá tí at hann var 14 ára gamalur, til hann fór frá við eftirløn, 67 ára gamal.
Og sum sjómaður hevur hann tikið lut í mongum trygdarskeiðum, eins og hann hevur verið við í mongum venjingum um bjarging.
Av og á henda óhapp og vanlukkur, har smábátar eru uppi í og har tað vísir seg, at bjargingarútúgerðin av einhvørjari orsøk ikki hevur verið til ta hjálp, hon varð ætlað at vera.
? Eitt er, at teir, sum sigla við skipum, hava skyldu at vera á trygdarskeiði. Men vit eiga ikki at gloyma, at í Føroyum eru eisini túsundtals smábátar, har eigararnir ikki hava skyldu at vera á trygdarskeiði og har teir av somu orsøk heldur ikki hava verið á skeiði.
Tí ivast Erland Jacobsen heldur ikki í, at tað er ein stórur partur av teimum, sum hava smábátar, sum ikki eru nóg væl kunnugir við bjargingarútgerð.
Hann leggur kortini dent á, at hetta má og skal ikki leggjast út sum um at hann sigur, at ókunnleiki er orsøkin til tær vanlukkur og tey óhapp, sum hava verið við smábátum, tí tað veit hann einki um.
? Orsøkirnar kunnu vera so mangar, sum vit ikki kenna til.
Men hann leggur afturat, at hetta eru hendingar, sum hava ávirkað hvørt mansbarn í Føroyum. Og heldur ikki han kann lata vera við at hugsa um hesar tilburðir.
Og hann heldur, at hann hevur eitt hugskot, sum kann økja munandi um trygdina á sjónum hjá teimum, sum sigla við smábátum.

Film um bjarging
Og hann heldur, at tað kundi verið eitt frálíkt hugskot at gjørt ein film um bjarging.
? Fyri tíð síðani sóðu vit í sjónvarpinum ein mann, sum royndi at fáa ein gummibát at blása seg upp í svimjihylinum í Havn.
?Tað tók honum rættiliga langa tíð. Og tá ið tað tekur so langa tíð í einum heitum svimjihyli, har als ongar aldur eru og har maðurin kann arbeiða púra róligur í fullari vissu um, at als ongin vandi er, vísir okkum, hvussu trupul bjargingarútgerð er at hava við at gera og, hvussu neyðugt tað er við sera góðum kunnleika til hana.
? Tí eitt er at fáast við bjargingarútgerð í svimjihylinum í Havn. Men eitt er vist, og tað er, at tað er ein heilt onnur søga at fáast við útgerðina í eini neyðstøðu, har bæði kuldi og kanska eisini stormur og høgar aldur, gera seg galdandi og har menn sjálvsagt eru strongdir til tað ítarsta fyri at bjarga lívinum.
? Tá er skjótt at koma til at gera okkurt mistak og tað kann føra til tann vissa deyða, heldur Erland Jacobsen.
Tí heldur hann, at onkur skuldi tikið seg saman og gjørt ein stuttan film um bjargingarbátar.
Hetta heldur hann, hevði fingið sera stóran týdning fyri trygdina á sjónum hjá øllum teimum, sum hava smábátar.
?Í hesum filminum skuldi tað verið nágreiniliga greitt frá, hvussu ein skal bera seg at fyri at fáa ein bjargingarbát at blásast upp.
? Samstundis skuldi hesin filmurin víst nágreiniliga, hvør útgerð og, hvørjir lutir eru umborð á einum slíkum bjargingarbáti og, hvussu teir skulu brúkast.
Alt hetta heldur hann, at nógvir av teimum, sum eiga smábátar, ið veruleikanum ikki hava gjørt sær nóg greitt.
Tí heldur hann eisini, at hesin filmurin skuldi verðið vístur í sjónvarpinum regluliga, kanska eina ferð um mánaðin fyri at prenta bjargingarútgerð í høvdið á teimum, sum brúka bát.
Erland Jacobsen vísir á, at eitt nú vísti royndin í svimjihylinum, hvussu long línan var at draga, áðrenn báturin blástust upp.
?Men sendingin vísti ikki, at tað er eisini ein annar máti at blása bátin upp uppá, tí línan kann slitna, ella hon kann fløkjast.
Hann sigur, at reimarnar, sum halda hylkinum, sum halda gummibátinum saman eru skjótir at loysa, tí tað er bara at taka í teir leysu endarnar og rykkja teir av.
?So dettur hylki av bátinum og beint innanfyri har, sum línan er, er ein ringur. Verður hálva í hann, blæsist báturin upp, sigur Erland Joensen.
Hann leggur tó afturat, at hetta hevur ikki verið við í teimum trygdarskeiðum, hann hevur verið á.
?Hetta fekk eg at vita, einaferð vit vóru uppi á Gummibátatænastuni. Tað var av tilvild at eg spurdi um tað og tá fingu vit eina frágreiðing. Men á sjálvum trygdarskeiðnum, høvdu vit onki fingið at vita um hetta og tað heldur Erland Jacobsen vera sera løgið.