Ein fekk treytaða frádøming av koyrikorti

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Norðoyatunlinum

Tá løgreglan í gjáramorgunin gjørdi ferðmátingar í Norðoyatunlinum vórðu tríggir bilførarar tiknir. Tveir fingu klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ávikavist 108 og 111 km um tíman. Ein triðið fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, tí hann koyrdi 111 km um tíman.

Løgreglan kannaði eisini bilar í høvuðsstaðarøkinum fyri rúsevna- og rúsdrekkakoyring, men av teimum 10 bilunum, sum vórðu kannaðir, varð einki mál skrivað.