Ein fastur partur av ólavsøkuni verður nú strikaður

Endin er komin á hesa gomlu siðvenjina, siga fyrireikararnir

Tað er tí við stórum sorgblídni, at nevndin í KFUM í Havn hervið boðar frá, at ongin Ólavsøkubasarurin verður í ár.

Tað boðar KFUM frá, og sostatt er tað greitt, at ein fastur táttur av ólavsøkuni í nógv harrans ár, nú verður strikaður.

Tey vísa á, at tað eru mong, sum hava verið á ólavsøkubasari hjá KFUM á Hydalsvegnum og tað hevur eisini verið ein fragd hjá teimum at skipa fyri.

Tađ er tí við stórum sorgblídni, at nevndin í KFUM í Havn hervið boðar frá, at ongin Ólavsøkubasarurin verđur í ár, siga tey í eini fráboðan

Tey harmast um hetta, men tey siga, at tað slepst ikki undan, at tey hava merkt avleiðingarnar av, at ólavsøkan er nógv broytt og at tíðin er farin frá basarinum.

Hetta eru eini boð, fólk harmast um. Sum ein skrivar:  Eingin Ólavsøka uttan KFUM basar.