John Lawton, hvat dámdi tær at spæla á Jóansøkufestivalinum?
- Ein fantastisk uppliving, alt eydnaðist væl. Veðrið var gott, og tað var turt. Áhoyrarnir gingu ikki og mældu, men vóru standandi og teir vóru við, sungu við. Tað var ein fantastisk uppliviling.
Hvussu var at syngja saman við Deiggj, tá tit ongar royndir hava saman frammanundan?
- “Vit vandu einaferð áðrenn og tað gekk væl. Teir í Deiggj eru góðir tónleikarar og tað gekk væl at spæla saman, tað hevur verið ein góð uppliving.
Er hettar fyrstu ferð tú ert í Føroyum?
- Ja, tað er fyrstu ferð, at kona mín, Iris og eg eru í Føroyum, vit hava fingið eina góða móttøku og alt hevur eydnast væl.
Iris Lawton, hvat heldur tú verða áhugavert í Føroyum?
- Litirnir, allar hesar litirnar á húsum og náttúran. Alt tykist so stilt og róligt.
Iris Lawton, tit hava liva saman síðan í 60-unum, eiga børn, er tað ikki sjáldsamt í tí tónleikaheimi, tit hava liva alt lívið í?
- Jú, men tað er helst tí, at vit hava verið saman alla tíðina. Eg havi øll árini verið maneagari hjá John og havi ferðast saman við honum, eisini tá børnini vóru smá.
John og Iris Lawton vóru bergtikin av Føroyum og vónandi sær man tey aftur eina aðru ferð og fær høvið at hoyra hansara góðu og vøkru rødd.