Ein fantastisk løta

Stóra løtan við sólarmyrkingini fyri einum lítlum tíma síðan hevur eftir øllum at døma eydnast væl.

Stóra løtan við sólarmyrkingini fyri einum lítlum tíma síðan hevur eftir øllum at døma eydnast væl nógvastaðni kring landið.

 

Onkrastaðni, har útlitini til at síggja sólina tóktust meira ivingarsom, klárnaði upp at kalla júst í teirri løtu, sum sjálv sólarmyrkingin var.

 

In.fo fer í dag at leggja myndir út, sum fólk kring landið hava tikið. Hetta verða ivaleyst bæði myndir av sjálvari sólarmyrkingini og ymiskar stemningsmyndir kring um landið.

 

Fleiri staðni í Sandoynni - fyri ikki at siga allastaðni - eydnaðist løtan avbera væl og gjørdist eitt fantastiskt upplivilsi.

 

Úr øðrum økjum, eitt nú í eystara parti av Eysturoynni, siga tey,  at tað klárnaði upp bara sekundir fyri sjálva sólarmyrkingina.

 

Stóra, forvitnisliga og forkunnuga løtan, sum bíðað hevur verið eftir - ikki bara seinastu dagarnar, men í mong ár - er av.

 

Fyri tey flestu, sum fara at minnast hesa løtu, er eingin ivi um, at hon fer at standa eftir sum eitt minnið fyri lívið.