Ein føroyskur Jóhan í Kollafirði

Youre Pitifull eitur nýggjasta lagið hjá hermaranum Weird Al Yankovic, ið er eitt slag av amerikanskari útgávu av Jóhan í Kollafirði.


Youre Pitifull er ein parodi av lagnum Youre Beautiful hjá James Blunt, og kann gerast enn eitt hitt hjá festliga amerikumanninum. Lagið er sum altíð meistarliga gjørt, og hann dugir ómetaliga væl at herma eftir røddini hjá James Blunt.  Enn er ikki greitt hvat James Blunt heldur um lagið
Weird Al Yankovic hevur síðan miðskeiðis í 80árunum givið 21 útgávur út. Hann hevur nærum øll árini verið millum heimsins best umtóktu tónlistarligu hermarar, við hittløgum sum Im Fat, Smells Like Nirvana, Like A Surgeon, Amish Paradise og nógvum øðrum. Weird Al hevur altíð tulkað størstu hittini, meðan tey vóru hitt. Á nýggjastu fløguni Poodle Hat, verða m.o. Eminem, Nelly, Avril Lavigne, Backstreet Boys og Billy Joel tulkaði.