Ein føroyingur afturat í Tippeliguni

Føroyski landsliðsleikarin Meinhard Egilsson Olsen hevur í dag undirskrivað sáttmála við Kristiansund Ballklub, sum spælir í bestu norsku deildini, Tippeliguni.

 

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2019, við møguleika at leingja hann, um partarnir vilja tað.

 

21 ára gamli runavíkingurin var til royndarvenjing í Kristiansund í septembur og sigur, at honum dámdi sera væl.

- Fyrsta fatanin var sera góð, og eg føldi sjálvur, at eg fekk givið eina góða mynd av mær sum fótbóltsspælara. Eg eri sjálvandi sera nøgdur við at skrivað sáttmála við Kristiansund Ballklubb, og haldi, at hetta er júst tað rætta fyri meg nú. KBK er eitt felag í menning við einum ungum og framfýsnum venjara við góðum úrslitum at vísa á. Eg gleði meg sera nógv til at geva mítt íkast, sigur hann við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Hann boðaði tíðliga í heyst frá, at hann eftir lokna kapping her í Føroyum ikki ætlaði at verða verandi í B36, men vildi sleppa at royna eydnuna uttanlands.

- Eg havi sum greitt mál at blíva partur av teimum fyrstvaldu á vøllinum. Jeg er ein málsøkin spælari, við fysikki, ferð og einum beinleiðis spæli sum mínum størstu styrkjum. Eg haldi eisini sjálvur, at eg havi eitt gott skot, og snoddi altíð eftir málmøguleikum.

 

Hann sermerkti seg hetta kappingarárið við at skora í fimm teimum fyrstu umførunum í Betrideildini. Tilsamans gjørdust tað 13 mál í 36 dystum fyri árstalsfelagið.

 

Meinhard Egilsson Olsen verður nú annar føroyingurin í Tippeliguni. Hin er trongisvágingurin Gilli Rólantsson.

 

Hóast ein dystur er eftir í norsku kappingini er longu greitt, at Kristiansund Ballklub enda á fimta plássi. Gilli og liðfelagar hansara í Brann liggja á triðija plássi, eitt stig aftanfyri Molde á øðrum. Rosenborg hevur longu tryggjað sær sítt 26. meistaraheitið, tað fjórða á rað í hesum umfari.