Ein er í viðgerð fyri møguliga roykeitran

Ongar fráboðanir eru komnar um álvarsligar skaðar í samband við eldsbrunan umborð á norsku ferjuni, M/F Eid, í kvøld.

54 fólk - 49 ferðandi og fimm av manningini - vórðu í kvøld flutt av norskari ferju, sum eldur kom í, júst meðan ferjan sigldi undir sonevnda Prædikustólinum, eystan fyri Stavanger, ið er ein rættilig attraktión hjá ferðafólki.

 

Umborð á ferjuni sendu tey neyðarkall, áðrenn nakar fór av skipinum. Síðan fóru fólk í smærri bátar, sum sigldu til ferjuna og tóku fólkini umborð. Onkur kom sær í bjargingarbát, eins og tyrlur eisini vóru til hjálpar.

 

Ongar fráboðanir eru komnar um álvarsligar skaðar í samband við eldsbrunan, men sjúkrabilar stóðu klárir at taka ímóti teimum 54 fólkunum, tá tey komu í land.

 

Sagt verður, at ein persónur er í viðgerð fyri møguliga roykeitran. 

 

Seint í kvøld var eldurin umborð á ferjuni, sum ber navnið M/F Eid, ikki undir eftirliti, og á viðheftu mynd sæst nógvur roykur. Ein onnur ferja sleipar nú M/F Eid út eftir fjørðinum.