Ein drúgv ferð

Sunnumorgunin fór rúmdarfarið Rosetta fram við gongustjørnuni Mars. Rosetta, sum er á veg til kometina Tjurjomov-Gerasimenko, varð skotin út í mars í 2004, og ætlanin er, at hon skal røkka málinum eina ferð í 2014. Tá hevur hon ferðast 6.000 milliónir kilometrar. Umborð á rúmdarferinum eru tól, sum ætlandi skulu setast niður á Tjurjomov-Gerasimenko, og sum skulu geva vísindafólkum ymsar upplýsingar kometina. Hesi kanningartólini eru gjørd í Svøríki.