Ein bumba undir hvørjum einasta føroyingi

Á almennum fundi í kvøld fáa politikarar høvi til at greiða frá, hvussu teir ætla at forða fyri, at hon brestur

 

- Hetta er ein bumba undir hvørjum einasta føroyingi.

 

So bersøgin er Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, um støðuna í føroyska heilsuverkinum.

 

Men á almennum fundi í kvøld fáa umboð fyri politisku flokkarnar høvi til at greiða frá, hvussu teir ætla at forða fyri, at bumban brestir.

 

Tað verður á Hotel Hafnia klokkan sjey í kvøld, tá ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya, skipa fyri kjaki ímillum politisku flokkarnar um Heilsuverkið.

 

Í hesum sambandi fara tey at tosa um arbeiðstíð, útveiting og førleikamenning á heilsuøkinum.

 

Hetta eru viðuskifti, sum ikki bara hava stóran týdning fyri øll tey, sum arbeiða í heilsuverkinum, men tað hevur eisini avgerandi ávirkan á lívið hjá hvørjum einasta føroyingi.

 

Í Sosialinum, sum kom út í gjár, greiddi Óluva í Gong frá, hvussu arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkinum í heilsuverkinum eru versnaðar hesi seinastu árini. Og heldur hendan gongdin fram, smokkar alt saman um heilt fá ár.

 

Gongdin hevur havt við sær, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar í stórum tali eru rýmdir uttanlands at arbeiða, helst til Noregs.

 

- Í løtuni hava næstan 20 prosent av sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum fingið sær norskt arbeiðsloyvi – og talið veksur øgiliga skjótt, sigur hon.

 

Samstundis er miðalaldurin á sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum nú 47 ár, og longu um trý ár fara fleiri sjúkrarøktarfrøðingar frá við eftirløn, enn tað verða útbúnir.