Skipasølur
- Eg eri samdur við Óla Jacobsen, formanni í Føroya Fiskimannafelag um, at viðurskifti verða vavd upp í ein ellibita í spurninginum um sølu av skipum og veiðirættindum. Vit hava lógina um vinnuligan fiskiskap, sum í flestu viðurskiftum er ógvuliga greið, men ógreið um spurningin um útskifting av skipum. Tað er í fyrsta lagi hesi lóg og kørmum, ið vinnan virkar eftir.
Bjarti Mohr, sum nýliga hevur selt ídnaðarskipið, Sheanne til Klaksvíkar, vísir á, at vit hava nakrar "aktørar" í vinnuni, sum hann tekur til, og hesir umsita ogn Føroya fólks, har fiskiloyvini hava verið - og eru - ein nýtslurættur.
- Sjálvandi skulu allar skipanir og øll lóggáva "justerast", men teir, sum virka í vinnuni, hava tað at halda seg til, sum er galdandi.
Tá hoyrist einki...
Bjarti heldur, at tað er skeivt av myndugleikum og almenninginum annars at blanda seg í, hvat luttakarar í vinnuni avtala sínámillum, so leingi hetta er innanfyri givnu karmarnar í okkara lóggávu.
- Eg dugi ikki at síggja, hví hvør Hanus og Janus skal blanda seg upp í keyp og sølu millum teir, sum eru í vinnuni. Hetta eru avgerðir, sum eru millum seljara og keypara og sum í seinasta enda eru keyparans váði, um virksemið ikki gongur eftir vild.
Hann vísir á, at nógv verður gjørt burtur úr, tá ið ein søla gongur væl, meðan lítið og einki hoyrist, tá ið tað gongur minni væl.
- Eg havi nýliga selt ídnaðarskipið Sheanne, men kann ikki rósa mær av at hava fingið nakað burtur úr. Fyri mítt viðkomandi er talan um eina brotna nøs og tveir brotnar armar. Men tað tosar eingin um, tí hetta er millum seljara og keypara, leggur Bjarti aftrat.
Hann sigur, at hann so dánt er sloppin við "skrekkinum", sum hann tekur til, men hongur upp á gomlu skipini, sum onga kvotu hava.
Vit kunnu skoyta upp í, at eitt av hesum skipum er Norðbúgvin, sum liggur til fortreð í Vestmanna (sí greinina á síðu 15).
- Nei, alt er ikki so ljósareytt, sum mong vilja gera tað til, leggur Bjarti aftrat.
Tríggir møguleikar
Fyrrverandi eigarin av Sheanne sigur, at ein reiðari, sum hevur skip, hevur tríggir møguleikar, soleiðis sum fiskiveiðiskipanin er við niðurskurðum í fiskidøgum og útlitum fyri skerjingum í kvotum annars.
- Tú kanst velja at satsa meira. Hetta krevur nógvan kapital ella atgongd til kapital. Tú kanst gevast og selja, um keypari er og í triðja lagi kanst tú halda fram, bíða og vóna, men tá kann úrslitið líka so væl vera, at tú fert á húsagang, tí batarnir komu ongantíð.
Bjarti vísir á, at váðin í vinnuni er stórur, og hann heldur, at tað er at fegnast um, at vit hava fólk, sum vilja taka henda váða á seg.
- At summir royna at koma sær burtur úr vinnuni við skinninum á nøsini, meðan aðrir vilja satsa, er ein avleiðing av tí ótryggleika sum ræður við niðurskurðum av fiskidøgum og útlitum fyri minkandi kvotum. Hetta er snøgt sagt ein logisk fylgja av tí ráðgeving, sum vit hava og tí politikki, sum verður førdur.
Minkandi kvotur
Bjarti Mohr sigur, at við svartkjaftinum er støðan hon, at strandalondini eru samd um, at svartkjaftakvotan í 2006 er 2 mió tons. Síðan er semja millum londini um, at kvotan skal minkast við 100.000 tonsum um árið, soleiðis at samlaða kvotan um 5 ár verður 1,5 mió tons.
- Sum er, er okkara partur av kvotuni stívliga 26%, sum svarar til 520.000 tons. Av hesum "betala" vit við 150.000 tonsum av svartkjafti fyri rættindini hjá okkara skipum í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Eftir eru soleiðis 370.000 tons, sum er tað, vit kunnu veiða í 2006.
Bjarti vísir á, at toskarættindini í russiskum sjógvi í Barentshavinum eru nógv verd hjá flakatrolarunum, og tí er einki, sum bendir á, at vit í framtíðini ikki fara at "selja" svartkjaft til russar afturfyri toskin í Barentshavinum.
- Alt, sum vit lata burtur av okkara svartkjafti, verður gjørt upp í toskavirði, og hækkar toskaprísurin, mugu vit av við uppaftur meira svartkjaft. Soleiðis fara russar at krevja meira svartkjaft, um toskaprísurin hækkar.
Hann sigur, at næstan á hvørjum ári mælir ICES til skerjingar ikki bara her hjá okkum, men eisini hjá okkara grannalondum.
Neyðug umsetiligheit
- Hetta eru treytirnar, vinnan hevur at virka undir, og tað er út frá hesum, at vinnan noyðist at laga seg og taka sínar avgerðir, sigur Bjarti Mohr.
Hann vísir á, at tað eru hesi viðurskifti, sum gera tað neyðugt at leggja saman í størri eindir og at optimera veiðina.
- Undir slíkum umstøðum er neyðugt við umsetiligheit. Tí hava vit vinnulívsmenn, sum ynskja at selja og aðrar, sum vilja taka váðan og gera íløgur.
Hann heldur, at tað undir ongum umstøðum kunnu vera politikararnir, sum avgera, hvør skal vera aktørur í vinnuni og hvør ikki skal.
- Hetta má vinnan finna út av sjálv eftir teimum kørmum, sum politikarar seta, leggur Bjarti Mohr aftrat.