RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR
Skaldsøgur
Hetta er fjórða proasbókin eftir Tórodd Poulsen, og høvundurin ognar hana til tær tríggjar undanfarnu. Ovast á kolofonsíðurni stendur: Hendan bókin má ikki tilnevnast. Ivaleyst eitt lítið asnaspark - ella suff - eftir tær mongu úrslitaleysu (enn) tilnevningarnar til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.
Seinasta skaldsøgan hjá Williami Heinesen "Tårnet ved verdens ende" hevur undirtittulin: En poetisk mosaik-roman om den yngste ungdom. "Rustur sum viður og vindur" er eisini ein skaldsøga í brotum, men í høvuðsheitum um tilveruna hjá yrkjaranum júst nú. Ein satirisk lýsing av góðum og illum í tilveruni bæði í Havnini og Keypmannahavn. Og tað er minni enn so altíð, at lesarin veit, hvar hann er. Í einum broti sum hesum: "Eygleiða pylsubakkar og brúktar tendrarar. Heilsa uppá ein stadnaðan hundalort. Staðfesta at bilar eru vakrast við buklum", heldur lesarin seg vera í Keypmannahavn, men so stendur: "So gott og óført at vera aftur í Havn".
"Rustur sum viður og vindur" er ikki bara ein stuttlig bók, men eisini ein bók á tremur av gløggum eygleiðingum. Og í hvussu nógvum føroyskum skaldsøgum hevur høvundurin samrøðu við standmyndina av Rasmusi Efferøe á Tinghúsvøllinum um at blíva pakkaður inn í wc-pappír og mangt annað?
Tóroddur Poulsen: Rustur sum viður og vindur. Perma: Høvundurin Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.










