Løgreglan hevur verið í Norðskálatunlinum í nátt, har tey hava mált, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Úrslitið varð, at fýra bilførarar vórðu skrivaðir upp fyri at koyra ov skjótt. Tað er loyvt at koyra 80 í Norðskálatunlinum, men tríggir av teimum koyrdu so skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið. Tað merkir, at teir koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman.
Og ein bilførari koyrdi so skjótt, at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt koyrdi hann ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.