Ein avtala ímillum allar partar um at menna Suðuroy

Ì Eyafjarðarætlanini í Íslandi hava tey lagt dent á at menna seg á fýra økjum

Vakstraravtala

Vakstraravtalan, sum nú er í umbúna at gera fyri Suðuroy,( sí aðrastaðni í blaðnum) verður gjørd við fyrimynd í
Eyafjarðaravtaluni, sum fevnir um ein part av Norðurlandinum í Íslandi.
Har eru Vinnumálaráðið, Akureyrar Kommuna, Eyafjarða Ídnaðarmenningarfelag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akureyri, Ídnaðarmenningarstovnurin, Eyafjarðar Samstarvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Útflutningsráð Íslands, gingin saman um avtalu fyri fýra ár um at menna økið.

Menna seg í fýra tyssum
Í Eyafjarðarætlanini er avrátt, at savna orkuna um at menna seg í fýra tyssum, útbúgving og gransking, heilsuarbeiði, ferðavinnu og matframleiðslu.
---? Endamálið við eini slíkari ætlan er, at økið skal aftur gerast eitt áhugavert búsetingaralternativ til høvuðsstaðarøkið og íbúgvatalið skal fáast at vaksa aftur. Samstundis skal kappingarførið betrast, so vøkstur aftur fæst í búskapin, arbeiðsmegin skal mennast og økjast skal um virki og størv í kappingargreinum, dentur skal leggjast á altjóða verkætlanir og at fáa útlendskar íløgur og vitan til økið, søgdu Magni Laksáfoss og Jógvan Mørkøre, táið teir løgdu ætlanina fram fyri kommununum í Suðuroy
Og teir mæla til, at miðja verður beinleiðis fram ímóti at gera eina líknandi avtalu fyri Suðuroy.
Uppgávan verður, saman við pørtunum í ætlaðu avtaluni, at finna fram til tey tyssi, ið skulu verða hornasteinar undir framtíðar menning í Suðuroy.
Teir siga, at tað fer at krevja eitt kanningararbeiði, ið fevnir um møguleikar, royndir aðrastaðni, rákið í vinnugreinum globalt og útbúgvingartørv og tað verður eisini neyðugt at fáa altjóða og heimliga serfrøði uppí hetta arbeiði.
Meiri fæst at vita um Eyafjarðarætlanina á alnetinum á www.calculus.is

Dømi um tyssi
Tá ið magni Laksáfoss og Jógvan Mørkøre vóru í Suðuroy herfyri og greiddi frá eini vakstraravtalu , nevndu teir eisini nøkur dømi um, hvørja mennugreinar, ella tyssi, sum tað kann umhugsast at leggja dent á í Suðuroy. Teir nevndu eisini nakrir trupulleikar, sum gera um seg í Suðuroy
Í tí sambandi nevndu teir millum annað:

Møgulig tyssi
Fiskivinnu
Alivinnu
Sjóvinnutænastur
Ferðavinnu
KT-vinnu
(sum partur av øðrum vinnum)

Ferðavinnan - kampagna
Kampagna rættað móti føroyingum
"Upplivi Suðuroynna"
Fáa "norðoyingar" til at senda fólk suður

Ferðavinnan - menning
Gastronomiskt institut
Fleiri tilboð
Hestaríðing
rógva við árabáti, kano ella kajak
GPS-renningar
Gistingarmøguleikar
Tjald, Ból og Biti, tjalding, hús

Aðrir trupulleikar
Ov fáar og lítlar avleiddar vinnur
handilsvinna
bilverkstøð
elektrikkarar
timburmenn
málarar

Orsøkin til trupulleikarnar
Ov stór sveiggj eru í inntøkunum í Suðuroy
Ringt at fáa støðugar inntøkur

Møguligar loysnir
Fjølbroytt vinnulív
fleiri tyssi
fleiri almenn størv

Møgulig almenn størv
Ellisheim
Eftirskúli
Gastronomiskt institut
Fongsul ?
Útbúgving og gransking
Heilsuarbeiði
Ferðavinna
Matframleiðsla