Eini írsk hjún vóru herfyri úti fyri nøkrum ræðuligum, sum mong foreldur stúra fyri - at børnini kanska kunnu finna upp á at eta ella drekka eitt hvørt vandamikið, sum stendur undir vaskinum ella aðrastaðni í heiminum.
17 mánaðar gamla dóttir teirra kom í lívsvanda, eftir at hon hevði etið eina eitrandi tablett ella sápuhylki til vaskimaskinuna.
Foreldrini, Sarah og Colin Maher, ynskja, at eisini onnur foreldur skulu hoyra um hesa hending, soleiðis at onnur børn ikki skulu enda í somu vanlukkuligu støðu, sum lítla dóttir teirra gjørdi.
Lítla smágentan hevði etið helmingin av sápuhylkinum, og varð í skundi flutt á sjúkrahús. Mamman hevði givið henni fyrstuhjálp, sum hon hevði lært, og lítil ivi er um, at hetta hevur verið við til at bjargað smágentuni.
Foreldrini siga, at tað, tey upplivdu, tá gentan hevði etið vandamikla vaskievnið, var ræðandi. Andarásin hjá lítla barninum typtist, og tað var tí, at mamman dugdi fyrstuhjálp, at dóttirin ikki kvaldist.
Eftir eina viku á sjúkrahúsi var smágentan endiiga úr lívsvanda aftur og kundi sleppa heimaftur til foreldrini. Men, enn er ikki greitt, um hon sleppur undan varandi meini eftir hendingina.
Ein serfrøðingur fortaldi pápanum, at út við 200 børn í Bretlandi koma út fyri at eta slík hylki við vaskievni um árið.










