Í morgin verður ársins leiðari valdur á leiðaradegi á Hotel Føroyum, og nú hevur ein dómsnevnd funnið fram til ein lista við trimum almennum leiðarum og trimum leiðarum í privata vinnulívinum, sum veljast skal ímillum Tað er eisini dómsnevndin sum tekur endaligu avgerðina og hon verður avdúkað í morgin.
Teir tríggir almennu leiðararnir, sum eru at velja ímillum, eru Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráðnum og Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.
Teir tríggir leiðararnir í privata vinnulívinum, sum eru at velja ímillum, eru Atli Gregersen, stjóru í HiddenFjord, Fróði Magnussen, stjóri í Formula og Mourits Mohr, stjóri í MEST og PAM Offshore.
|










