- Avgerðin hjá samgonguni um at skatta inngjadið til eftirlønina, er størsta níðingsgerð ímóti Havnar Arbeiðsmannafelag nakrantíð.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag er bæði keddur og illur um avgerðina hjá samgonguni um at skatta pensjónir við inngjald.
Hannn staðfestir, at Havnar Arbeiðsmannafelag breyt upp úr nýggjum, tá ið felagið á sinni setti stovnaði ein eftirlønargrunn til limirnar í felagnum.
- Síðani hava politikarar kappast um at rósa Havnar Arbeiðsmannafelag til skýggja fyri framskygni og víðskygni, tí vit stovnaðu ein eftirlønargrunn, tá eini tíð, har slíkt ikki var vanligt, leggur hann afturat.
- Vit hava eisini altíð havt allar okkara pengar heima í Føroyum, sigur Hans Joensen.
Hann leggur kortini afturat, at hansara royndir vísa, at tað ber rætt og slætt ikki til at hava álit á politikarum og tískil hevur hann fleiri ferðir ávarað ímóti, at einaferð fóru teir at leggjast á eftirlønargrunnin hjá felagnum.
- Og tað var nettupp jólagávan, vit fingu frá samgonguni, at hon rændi eftirlønargrunnin, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Missa minst 1.000 krónur
Hans Joensen sigur, at nú inngjaldið til eftirlønin verður skattað, heldur enn útgjaldið, fer tað, sum frá líður, at kosta einum arbeiðsmanni minst 1000 krónur um mánaðin í pensjón.
- Útrokningar vísa, at sum frá líður, fer ein arbeiðsmaður at fáa ímillum 1.000 og 1.500 krónur minni í pensjón um mánaðin av tí at inngjaldið verður skattað, sigur Hans Joensen.
Tað er sjálvur aktuarurin, ella tryggingarserfrøðingurin, hjá felagnum, sum hevur roknað tað út og tískil er tað eitt roknistykki, sum formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, hevur fult álit á.
- Eg havi ikki álit á, at nakar í Fíggjarmálaráðnum er betri førur fyri at meta um hetta enn serfrøðingurin í tryggingini, sum ikki ger annað enn at rokna eftirlønir út, sigur hann.
- Og tað er at stroyða salt í sárið, at pengingurin, sum verður tikin frá arbeiðsmonnunum, skal brúkast til at fíggja ein skattalætta til tey vælbjargaðu, tí vanlig verkafólk fáa onku burtur úr honum yvirhøvur, sigur Hans Joensen.
- Tí er hetta størsta níðingsgerð ímóti okkara felag, leggur hann afturat.
Royndi sítt
Hann sigur, at ímeðan Løgtingið viðgjørdi málið, var hann at kalla alla tíðina í løgtinginum ella rundanum.
- Eg bað og bønaði samgonguna um at bíða við ætlanini at skatta inngjaldið til eftirlønir í eitt hálvt ár, so at vit kundu fáa fult yvirlit yvir avleiðingarnar og so at vit fingu høvi til at finna eina semju um eina framtíðar ætlan.
- Tað var sum at sletta vatn á gás, tí tað varð bara sópað av borðinum. Men tað er munur á fólki, tí so fór ríkisumboðsmaðurin á tingsins røðarapall í nakrar minuttir og so var leyst og liðugt hjá teimum, sum hava eftirlønir í donskum grunnum, tí tað varð útsett.
Legði trýst á
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmananfelag fýlist eisini á, at løgmaður legði trýst á samgonguna í einum so álvarsligum máli og ikki læt hvønn tinglim atkvøða eftir síni sannføring.
- Ístaðin fyri at fylgja stýrisskipanini og lata hvønn tinglim atkvøða eftir síni sannføring í einum so álvarsligum máli, hótti hann við at tveita tey úr samgonguni, sum ikki aktaðu harraboðini.
Tað er merkisvert, at tá ið tað snýr seg um, hvørja úthurð, Rúsan skal brúka, fær hvør tinglimur frælsi at atkvøða eftir síni sannføring, men í einum álvarsmáli, sum stjelur 1000-1500 krónur frá hvørjum pensjóneraðum arbeiðsmanni um mánaðin, so leingi hann livir, verður kraft, at tinglimir makka rætt.
- Eg hevði aldrin kunna verið politikari undir treytum sum hesum, ásannar Hans Joensen.
Niðurgerðandi
Hans Joensen er púra ivaleysir í, at politikarar hava ikki yvirlit yvir avleiðingarar av avgerðini at skatta inngjaldið til eftirlønir.
- Onnur mál taka fleiri ár at verða avgreidd, men hetta var ein politskur rossahandin, sum skuldi skundast ígjøgnum, uttan at hava fult yvirlit yvir avleiðingarnar.
Hann gevur heldur ikki nógv fyri útsøgnina hjá tinglimum í samgonguni um, at ætlanin er ikki at økja um stættarmunin.
- Tað er beinleiðis niðurgerðandi at borðreiða við slíkum, tí sjálvandi veksur stættarmunurin, tá ið fólk við lágari og miðalinntøkum ongan skattalætta fáa, men fólk við høgum inntøkum fáa fleiri túsund krónur í skattlætta um mánaðin.
- Við hesum skattalættanum hevur samgongan gjørt gjónna ímillum rík og fátæk í Føroyum nógv størri, sigur Hans Joensen.
Vit vóru alt ov veik
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, dylir ikki fyri, at hann er vónbrotin av, at føroyska fakfelagsrørslan ikki legði meiri fyri í royndini eftir at steðga ætlanini.
Hann heldur, at fakfeløgini vóru alt ov veik.
- Tað er so lítið samanhald ímillum fakfeløgini, at tað er syndarligt, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at í fyrstuni vóru næstan 80 fakfeløg við í mótmælinum.
- Men tá ið avtornaði, og málini vórðu avgreidd í Løgtinginum, vóru nøkur heilt fá tandur úr fýra ella fimm feløgum eftir í mótmælinum.
Nyttar lítið
Hans Joensen heldur, at hetta er ómetaliga keðiligt, tí tá ið fakfeløgini ikki kláraðu at standa saman í einum álvarsmáli sum hesum, er tað eini greið boð til politikarnar um, at teir kunnu gera akkurát hvat teir vilja fyri fakfelagsrørsluni.
- Eg havi ført fram, at tað nyttar ov lítið bara at ganga og larma við karamellublikkum og grýtulokum, tí skulu mótmæli hjá fakfeløgum gera nakran veruligan mun, er tað neyðugt at taka heilt álvarslig stig.
- Og at fakfeløgini ikki tóku álvarsligari stig í hesum føri, er ógvuliga stuttskygd, tí eftir mínum tykki, er hetta ein ólukka fyri okkum.
Hann vil ikki siga, hvat hann hugsar um, tí nú kann tað verða tað sama, í hvussu so er á hesum sinni.
Spara sær ómakin
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag vil heldur ikki skera øll fakfeløg yvir ein kamb, verri enn so, tí fleiri feløg løgdu rættiliga nógv fyri.
- Men at fáa alla fakfelagsrørsluna at semjast um nøkur stig, sum veruliga høvdu gjørt mun, bar so ikki til.
- Hinvegin er avleiðingin, at í framtíðini kunnu fakfeløgini spara sær ómakin at mótmæla upp á hendan mátan, tí ongin lurtar eftir okkum, fyrrenn vit fara at brúka nógv sterkari lút.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag undrast eisini stórliga á, at sjálvur løgmaður átalaði á tingsins røðarapalli, at mótmælisfólk stóðu uttanfyri Tinghúsið og larmaðu við karamellublikkum og grýtulokum.
- Løgmaður skal prísa seg lukkuligan fyri, at føroyingar eru so góðir í sær. Hann skal vera glaður fyri, at hetta ikki er í onkrum landi í Mið- ella Suðurevropa, tí so høvdu fakfeløgini verið munandi meiri ágangandi og mótmælini munandi harðligari.
- Ella heldur løgmaður í fullum álvara, at vit skulu bara tigandi góðtaka alt, sum fyriferst, uttan at mótmæla?, spyr Hans Joensen.
Vit mótmæla ikki okkum sjálvum
Nú Samgongan samtykti at skatta inngjaldið til eftirlønir, hava summir politikarar fýlst á, at fakfeløgini heldur vilja hava pengarnar standandi í tryggingarfeløgunum, heldur enn í landskassanum, sum øll eiga.
Í hesum sambandi hava politikarar undrast á, hví fakfeløg heldur vilja lata Tryggingina fáa frið at goyma skattapengarnar at keypa bankar og annað fyri, heldur enn at lata teir fara í landskassan til okkara felags besta.
Í veruleikanum mótmæla fakfeløgini sær sjálvum, tá ið tey ikki vilja góðtaka, at inngjaldið til eftirlønina verður skattað, heldur enn útgjaldið.
Men hetta vil formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag ikki kennast við.
- Tað er LÍV, sum umsitur okkara eftirlønargrunn fyri eitt umsitingargjald, sum vit halda vera ógvuliga sámuligt.
- Men pengarnir standa í eftirlønargrunninum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, har teir eru markaðir til hvønn einstakan arbeiðsmann.
- Tað er eisini Havnar Arbeiðsmananfelag, sum hevur meirilutan í nevndini fyri eftirlønargrunnin.
- Veruleikin er, at pengarnir verða ognarrøktir saman við bankunum og sostatt eru tað ikki tryggingarfeløgini, sum hava okkara pengar at brúka, sigur Hans Joensen.
Hann leggur afturat, at Havnar Arbeiðsmannafelag hevur fleiri ferðir fingið tilboð frá donskum bankum um at sleppa at ognarrøkta okkara eftirlønargrunn.
- Men vit hava alla tíðina víst tilboðunum aftur, tí vit vilja hava, at pengarnir skulu gera nyttu í Føroyum.










