- Hetta var ein alvorslig strika í rokningini. Tað sigur Rúni Thomsen, formaður í Trivnaðarnevndini hjá Hvalbar Kommunu. Í eina tíð hava hvalbingar rigga til stórt tiltak í annaðkvøld í samband við regattasiglingina, sum verður næstu dagarnar. Bátarnir skuldu leggja at í Hvalba í annaðkvøld og í tí sambandi varð ætlanin at skipa fyri alskyns tiltøkum á bryggjuni. Í hesum sambandi varð stórt tjald sett upp á bryggjuni, har ætlanin var at selja mat og at hava bryggjudans í um náttina. Men í illveðrinum í morgun er alt tjaldið sum tað er, farið í luftina. - Tað er púra oyðilagt og gerst ikki aftur, sigur Rúni Thomsen.
Hann sigur, at tey vóru fyrireikað upp á eitt sindur av vindi, tí hann hevði sagt frá 15-20 metrar um sekundið, ella har á leið. - Tí høvdu vit fest tað við einum hópi av betongklossum, sum viga fleiri hundrað kilo, hvør. Sostatt høvdu vit tryggjað tjaldið so væl, sum rímiligt er, og tann, sum setti tjaldið upp við okkum, helt ikki, at tað fór at verða nakar trupulleiki. Men klokkan sjey í morgun segði hann 37 metrar um sekundið á kolavegnum og tað helt tjaldið ikki til, og tað fór í luftina. Menn frá kommununi hava ruddað økið aftur og Rúni Thomsen sigur, at nú veit hann ikki, hvussu verður vorðið við tiltøkunum í sambandi við regattasiglingina í annaðkvøld. - Vit fáa so einki so stórt tjald sett upp aftur, men kanska fáa vit útvega onkur minni tjøld. Kortini er greitt, at ætlaði bryggjudansurin verður av ongum, sigur hann.
|









