Russisku kommunistarnir hava gjørt av at stilla tann gamla formannin Gennadij Ziuganov upp sum valevni á forsetavalinum, sum verður tann 4. mars næsta ár.
Hetta er fjórðu ferð, at Ziuganov dyrgir eftir forsetaembætinum. Í 1996 tapti hann ímóti Boris Jeltsin, í 2000 tapti hann ímóti Vladimir Putin, og í 2008 mátti hann lúta fyri núverandi forsetanum, Dmitrij Medvedev.
Kommunistarnir fingu eitt gott úrslit á tjóðartingsvalinum fyri stuttum. Teir fingu 20 prosent av atkvøðunum ella tvær ferðir meiri enn á næstseinasta vali.










