Á startseminari hjá LR-International (sum umboða Aloe Vera produktir, kosmetikk og parfumu), á Hotel Føroyum, leygardagin 3. september 2005, fekk Eileen Andreasen á Hellunum handaðan ein spildurnýggjan svartan Audi A4 1,9 TDI limousine, ið hon hevði kvaliferað seg til sum Aloe Vera umboð.
Á nummarplátuni stendur: EILEEN. Eileen og maðurin, Jóan Jacob Andreasen, hava áður búð í Kollafirði og eru nýliga flutt til Hellurnar at búgva.