Eik vísir leysasøgum um húsagang aftur

Onki hald er í leysasøgunum um, at Eik er á veg at fara á heysin, sigur bankin í dag.

- Eik hevur gott gjaldføri og høgan solvens, og onki er hent, ið ávirkar fíggjarligu støðu bankans ella vánirnar hjá Eik, sigur bankin í tíðindaskrivi Tað var í gjárkvøldið, at leysasøgur fóru at ganga um, at Eik verður koyrdur á húsagang klokkan 11 í morgin, mánadagin.

Tað var rættiliga skjótt, at boðini fóru víða um, bæði við teldubrøvum og í SMS boðum.

Men hetta avsannar Eik-bankin staðiliga í dag.

Bankin sigur í tíðindaskrivi, at ørkymlað viðskiftafólk hava fleiri ferðir ringt til starvsfólk hjá Eik í dag at fregnast eftir, hvat er í hesum leysasøgunum um, at bankin er komin í so stórar trupulleikar, at hann fer á heysin í morgin.

- Onki hald er í hesum søgum, ið helst bert hava til endamáls at skaða bankan og ræða kundar og samstarvsfelagar okkara, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka í tíðindaskrivinum í dag.

Hann vísir á, at støðan á altjóða fíggjarmarknaðinum merkjast sjálvandi eisini í Eik, men at bankin er sterkur og at sum heild er støðan góð og støðug.

- Gjaldførið hjá Eik er gott. Tann 26. september 2008 var gjaldførið í Eik-samtakinum 2,5 milliardir krónur og solvensurin fyri samtakið er 12,5%. Móðurfelagið í samtakinum, Eik Banki P/F hevur ein solvens uppá 20,6%, sigur Marner Jacobsen.

Sagt verður eisini, at Hans Laksá, ríkisgóðkendur grannskoðari og stjóri í grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe, váttar skrivliga í dag, at útrokningarnar hjá Eik eru rættar og at hann ikki er kunnugur við viðurskifti, ið kunnu seta spurnartekin við soliditet bankans.

Forstjórin í Eik upplýsir harumframt, at raksturin í bankanum gongst sum ætlað.

- Ongi stór tap hava rakt bankan, og ongir tilburðir eru farnir fram, ið broyta fíggjarligu støðuna ella vánirnar hjá Eik, staðfestir hann.

Marner Jacobsen sigur, at vanliga ger Eik ikki viðmerkingar til leysasøgur. Men í løtuni er órógv á marknaðinum og tí hevur bankin gjørt av at gera viðskiftafólk og samstarvsfelagar varugar við, at púra onki hald er í leysasøgunum um, at Eik er í trupulleikum