Eik Banki fíggjar 150 milliónir krónur av skuldini hjá Faroe Seafood, sum samanlagt er 477 milliónir krónur. Eik væntar sær ikki tap við umskipan av skuldini hjá Faroe Seafood. Eftir at Dagur og Vika í kvøld umrøddi umskipan av skuldini hjá Faroe Seafood, er Eik Banki komin við fráboðan um málið.
- Hyggjarin kundi fáa ta fatan, at Eik Banki, ið sum einasti fíggjarstovnur varð beinleiðis nevndur í sendingini, átti bróðurpartin av skuldini hjá Faroe Seafood, og at bankans partur skuldi strikast. So er ikki, sigur Eik Banki í eini fráboðanini.
Bankin ger vart við, at hann sjálvsagt ikki úttalar seg um kundaviðurskifti. Men í hesum føri ger bankin, við loyvi frá Faroe Seafood, eitt undantak.
- Samlaða skuldin hjá Faroe Seafood, íroknað virkir, maskinur, níggju skip, seldan fisk og fiskagoymslur, er umleið 477 milliónir krónur. Skuldin er fíggjað hjá føroyskum og útlendskum fíggjarstovnum. Samráðingarnar um skuld, sum eru í gongd í løtuni, hava til endamáls at tryggja framhaldandi virksemi og snúgva seg um skuldina til virkir og maskinur.
Eik Banki hevur ikki veitt lán til virkir og maskinur og væntar tískil ikki nakað tap við eini umskipan av skuldini hjá Faroe Seafood.
Eik Banki hevur í løtuni samanlagt góðar 100 milliónur krónur í rakstrarkreditti og 50 milliónur krónur í skipafígging til Faroe Seafood samtakið. Rakstrarkreditturin hevur trygd í seldum fiski og fiskagoymslum. Skipafíggingin hevur veð í skipum.










