– Einki hendi 30. september 2010, sum kann geva nýggja bankanum rætt til skattliga frádráttin á 514 milliónir.
Tað sigur Odd Bjellvåg, nevndarformaður í gamla Eik Banka, í samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum.
Í roknskapinum hjá Eik Banka fyri 2011 stendur svart upp á hvítt, at Fíggjarligt Støðufesti hevur tikið tapið á tær 514 milliónirnar og hevur sent rokningina víðari til bankarnar í bankapakka 1, hóast leiðslan í Eik sigur nakað annað.
– Einki hendi 30. september, sum kann geva nýggja bankanum rætt til skattliga frádráttin á 514 milliónir, sigur Odd Bjellvåg, grannskoðari og fyrrverandi nevndarformaður í gamla Eik Banka
Lesið eisini um heimsgitna blokkfloytuspælaran, Michalu Petri, sum sigur, at tónleikurin stjól barndómin, um slatrið um lottomillióningin, sum vann 27 milliónir krónur í lotto herfyri og stórt tema um yvirgang og tað at ferðast.
Trýstið á pílin á myndini og hoyri Barbaru Holm, redaktør á Vikuskiftinum, greiða frá innihaldinum í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum kann keypast í talgildum formi á www.sos.fo










