Høgni Hoydal hevur sett Briani Mikkelsen, búskaparráðharra, heili 35 spurningar gjøgnum Føroyanevndina á Fólkatingi. Mikkelsen hevur framvegis ikki lagt fram skjalprógv fyri, hví tað ikki bar til at skilja Eik Banka Danmark frá móðurfelagnum Eik Banka Føroyar av løgfrøðiligum orsøkum. Tað var annars loysnin, sum Eik Banki stríddist við, tá tað varð greitt, at bankin var í svárum fíggjarligum trupulleikum. Ein loysn, sum Fíggjarligt Støðufesti legði fram fyri bankanum, tí loysnin skuldi eitast at vera fíggjarliga og løgfrøðiliga gjørlig.
Fáar timar áðrenn tíðarfreisitina, boðaði Fíggjarligt Støðufesti hinvegin frá, at loysnin kundi ikki verða veruleiki av løgfrøðiligum orsøkum.
Høgni Hoydal hevur biðið búskaparráðharran skjalprógva, hví loysnin ikki var løgfrøðiliga gjørlig. Brian Mikkelsen sigur, at ?staten skal varetage skyldige økonomikse hensyn ved forvaltningen af offentlige midler. Det betyder, at hvis det klare udgangspunkt om afvikling via lov om Finansiel Stabilitet i det konkrete tilfælde skullu afviges, skulle den alternative model være økonomisk mere hensigtsmæssig for staten. En alternativ model skulle således indebære et mindre tab for staten. Det følger således af loven, at muligheden for andre modeller kun kan anvendes, hvis det vurderes at påføre staten færre omkostninger, unden hensyntagen til den finansielle stabilitet, end tilfældet ville være, hvis den i loven beskrevne afvikling andvendes.?
Um løgfrøðiligu skjalprógvini, sigur Brian Mikkelsen, at hann ?henviser i øvrigt til min besvarelse af spørgsmål 37 vedr. dokumentation i forhold til at fravige den lovfæstede ordning med afvikling.?
Men í svarinum til spurning 37 vísir Brian Mikkelsen bara aftur til svarið til spurning 32, sum er partvís endurgivið omanfyri.
Brian Mikkelsen heldur, at tað hevði kostað danska statinum meira, um bankarnir vóru skildir sundur, enn um Fíggjarligt Støðufesti yvirtók bankarnar.
Høgni Hoydal spurdi eisini, um aðrir danskir banker hava fingið somu krøv og tíðarfreistir sum Eik Banki.
- Finansiel Stabilitet har oplyst, at der også for andre banker er stillet krav om moderselskabsgaranti i forbindelse med ydelse af individuel statsgaranti, er svarið hjá búskaparráðharranum, sum einki sigur um, hvørjir hinir bankarnir eru, hóast Høgni Hoydal vildi fáa tað upplýst.
Brian Mikkelsen vísir eisini aftur, at hann fer at stuðla einari óheftari kanning av gongdini í Eik-banka.
- Finanstilsynet vil, jævnfør lov om finansiel virksomhed, udarbejde og offentliggøre en redegørelse for forløbet op til Eik-koncernens overdragelse til Finansiel Stabilitet A/S. Herudover har Finansiel Stabilitet A/S oplyst over for mig, at der I overensstemmelse med tidligere praksis for banker overtaget af Finansiel Stabilitet A/S vil blive gennemført en advokatundersøgelse af Eik koncernen. På den baggrund finder jeg ikke, at der er behov for yderligere undersøgelser af Eik koncernen, sigur hann.
Høgni Hoydal spurdi eisini, um ?ministeren kan bekræfte, at det var et forslag fra Finansiel Stabilitet til Eik Bank, at man skulle arbejde for en løsning, hvor man kunne løse Eik Bank P/F og Eikfonden fra sine garantiforpligtigelser over for Eik Bank A/S i Danmark, og at man konkret skulle deponere 2,5 milliarder kroner I Eik Bank i Danmark, for at løse sig fra garantiforpligtelsen.?