EIK er komið fyri at verða

- Við nýggja bygninginum ynskja vit at signalisera áhugan, sum vit í dag hava fyri Norðoyggjum og sum vit eisini fara at hava í framtíðini, sigur Hilmar Sam Lamhauge, leiðari Seinnapartin í dag fer EIK at flyta virksemið sítt í ein nýggjan og snotuligan bygning í miðbýnum í Klaksvík.

Talan er um ein stóran deildarbygning í tveimum hæddum, har virksemið hjá EIK fer at verða í framtíðini.

Hóast tað ikki stendur so væl til fíggjarliga í Klaksvík, metir Hilmar Sam Lamhauge tað ikki vera skeivt at byggja ein slíkan bygning beint nú.

- Bygningurin liggur sera væl fyri ? miðskeiðis í býnum, beint við standmyndina og er eitt satt prýði fyri býin.

- Eg havi eisini skilt, at fólk eru sera fegin um at bygningurin tekur seg so væl út í landslagnum, staðfestir deildarleiðarin hjá EIK í Klaksvík.

Tey hava valt at gera nógv burtur úr hesum bygninginum, sum eisini skal vísa fólki í økinum á, at EIK framvegis fer at verða ein týðandi partur av menningini í økinum ? eisini nú, ið fíggjarkreppa er kring heimin og í tí lokala økinum.

- Klaksvík fer heilt víst at reisa seg aftur!