Eik Banki
Seinnapartin í dag hevur Eik Banki aðalfund í Norðurlandahúsinum, har nevndin fer at leggja fram sína frágreiðing um virki hjá bankanum í farna ári.
Á skránni verður eisini framløga av grannskoðaðari ársfrásøgn til góðkenningar.
Onnur mál, sum eru á skránni til aðalfundin í dag, eru 1) Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkendu ársfrásøgnini og 2) Uppskot um at heimila nevndini at lata bankan ogna sær egin partabrøv í tíðini fram til næsta ársaðalfund.
Eftir at hesi mál hava verið til viðgerðar og støðutakan, verður val av nevndarlimum og grannskoðara.
Fjølmiðlar hava atgongd til aðalfundin, og Eik Banki hevur eisini bjóðað okkum á Sosialinum/ Rás2 at senda tvey umboð á aðalfundin, sum byrjar klokkan 17 í dag.
Sosialurin royndi at fáa orð Bjarna Olsen, stjóra í Eik Banka, til aðalfundin í dag, men stjórin var ikki tøkur beint fyri døgurða.
Hin 27. februar í ár – dagin fyri eykaaðalfundin í bankanum – kunngjørdi Eik ársúrslitið fyri farna ár, sum vísti eitt hall upp á 314 miljónir krónur.
Í viðmerkingum til úrslitið, segði bankin, at tað serliga er altjóða rákið, sum hevur sett síni spor í ársroknskapin, og soleiðis eisini týðandi virksemi hjá bankanum uttanlands.
- Men inntøkurnar í Eik-samtakinum eru øktar, og grundleggjandi bankaraksturin vísir eitt avlop á 392 miljónir krónur. Samtakið hevur gott gjaldføri, og solvensurin er 10,6 prosent, segði Eik Banki, tá ársroknskapurin varð almannakunngjørdur við endan av februar.