? Trupulleikin er ein manglandi lógarheimild. Í Føroyum missir ein til dømis ikki vinnuloyvið, um ein ikki sendir inn roknskapir ella ikki rindar rokningar til tíðina.
? Londini uttanum okkum hava fyri langari tíð síðani loyst hendan trupulleikan. Í Onglandi til dømis er lógin á tann hátt, at um ein persónur koyrir eitt virki á heysin, so sleppur hann ikki at reka eitt virki aftur við tað sama. Hann dumpar, fær eina karektenu, og í eitt ávíst áramál kann hann ikki reka nakað virki
? Hetta hava vit ikki í Føroyum. Vit mangla eina lóg, sum kann stramma upp á hesi tingini. Tá ið íbúgvar í landinum ikki halda sínar borgarligu skyldur, má tað eisini fáa fylgjur.
Klassiskt dømi
Jens Marius Poulsen vísir tó á, at hetta ikki er nakar nýggjur trupulleiki. Hann hevur verið í nógv ár. Fyri nøkrum árum síðani varð arbeitt við eini lóg á hesum økinum, men har hendi einki víðari.
Jens Marius heldur ikki, at trupulleikin sum so ikki er í innkrevjingini. Tað er manglandi lógarheimildir og tí eitt politiskt mál.
Inntil fyri eini fýra árum síðani varð skatturin líknaður gjøgnum kommunurnar. Tað klassiska, sum Jens Marius legði til merkis í samband við skattaeftirstøður, var at fólk ikki lótu inn og ikki heldur rindaðu rokningar. Lógarheimildir vóru bara ikki at gera so nógv við hetta.
? Tað skal tó vera gjørt greitt, at tey flestu av B-skattagjaldarunum gjørdu allar sínar skyldur til tíðina. Men við eini 20 - 25 % av hesum skattagjaldarunum var meir trupult.
Sum við skeinkiloyvinum
? Tað er í lógini, at feilurin liggur. Eg meini, at um ein vinnurekandi persónur ikki heldur lógir og reglur í samfelagnum, so eigur hann at missa vinnuloyvið. Hetta er tað saman við eitt nú skeinkiloyvinum. Um ein ikki yvirheldur hesar reglurnar, ja, so missir ein skeinkiloyvi.
? Politikarnir mugu fara at gera nakað við hetta málið. Hetta er nevnliga eitt stórt mál, sigur Jens Marius Poulsen.